Tað var nógvur útrykkningur fyrrapartin týsdagin, tá tað gjørdist greitt, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var koppaður av vegnum millum flogvøllin og Vatnsoyar. Hetta var beint eftir klokkan hálvgum tíggju týsdagin.
Tvey fólk vóru í bussinum - førarin og eitt ferðafólk. Tíbetur fingu persónarnir ongan veruligan skaða av hendingini í Vágum.
Sí eisini:
Bussur koppaður í Vágum
Steingja fyri ferðslu fyri at fáa bussin uppaftur
Talan var tó um stóran materiellan skaða. Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun, mikudagin 8. januar.
Bussurin lendi á einari síðu og endaði eini 10 metrar frá vegnum. So at siga allir rútarnir á síðuni eru brotnaðir - eru "sprongdir" inn.
Alt bendir á, at hetta var eitt hálkuóhapp. Bussurin er væl skøddir, men tað var ógvuliga hált á strekkinum í gjár - ekstremt hált - staðfestir vaktleiðarin.
Sum heild hevur veðrið givið nakrar avbjóðingar í serliga ferðsluni seinasta samdøgrið. Koyrilíkindini vóru ikki serliga góð á fleiri støðum kring landið. Serliga var hetta vegna hálku, men tað hevur eisini verið heilt fitt av vindi.
Nøkur smærri hálkuóhapp hava verið, onkur vatnleiðing hevur fingið skaða men tíbetur einki heilt álvarsamt verður sagt av løgreglustøðini, har vónað nú verður at veðrið skjótt at batna.
Sí koyrilíkindini hjá Landsverki HER - tað eru ikki so góð koyrilíkindi allastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald