
Bústaðarpolitikkurin hevur størstan týdning, tá veljarin skal taka støðu til, hvør fær krossin á kommunuvalinum.
Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin í síðstu viku.
500 fólk í Tórshavnar kommunu vórðu spurd í kanningini. Orsøkin til, at bert fólk í høvuðsstaðarkommununi vórðu spurd er, at tað er einasta kommuna við so mikið nógvum íbúgvum, at tað ber til at gera eina eftirfarandi veljarakanning í kommununi.
Les meira um úrslitið av sjálvari veljarakanningini í seinastu útgávu at Blaðnum Vikuskifti
Í kanningini vórðu tey spurdu eisni biðin um at velja trý økir, sum høvdu størstan týdning, tá krossurin skal setast.
Og tað var eitt øki, sum fekk undirtøku frá meira enn helminginum av teimum spurdu.
51,2 prosent søgdu at “at kommunan útvegar fleiri bústaðir” hevur týdning fyri teirra val. Næststørst undirtøku hevði “ábøtur innan eldrarøktina” við 46,7 prosentum og síðani “ábøtur á vegir og infrakervi” við 39,5 prosentum.
Fólkafloksveljarar fara eftir ágóðum
Áhugavert er eisini at hyggja eftir, hvussu veljararnir hjá teimum einstaku flokkunum ella listunum velja.
Hjá fólkafloksveljarunum til dømis, verður størstur dentur lagdur á eitt øki, sum bert hevur undirtøku frá gott 27 prosent av samlaðu veljarafjøldini. Men millum fólkafloksveljararnir eru 48 prosent, ið velja út frá “fíggjarligum ágóðum í kommununi sum heild” t.d. skattaprosenti, barnafrádrátti.
Á øðrum plássi hjá fólkafloksveljarunum kom “ábøtur innan eldrarøktina” við 44 prosentum og síðan “bústaðir” við 40 prosentum.
Sambandsveljarar ganga mest upp í “bústaðir” og “ábøtur innan skúla og barnaansing”, sum fær undirtøku av 48 prosentum, meðan “vegir og infrakervi” kemur á eitt triðja pláss við 41 prosentum.
Millum javnaðarveljarar er tað “bústaðir” og “eldrarøkt”, sum hevur størstan týdning, bæði við 51 prosentum, meðan “vegir og infrakervi kemur á triðja plássi við 37 prosentum.
Tjóðveldisveljarar fara eftir grønum tiltøkum
Og hjá tjóðveldisveljarum hava “bústaðir” nógv størstan týdning við 67 prosentum, men her kemur “grøn tiltøk, sum gagna umhvørvinum” á øðrum plássi við 57 prosentum, meðan “átøk innan eldrarøktina” fær undirtøku frá 47 prosentum.
Framsóknarveljarar ganga hægst upp í "vegir og infrakervi" 51 prosent og "bústaðir" 50 prosent, meðan sjálvstýrisveljarar peika á "sosial átøk í kommununi sum heild", heili 78 prosent.
Verður hugt eftir muninum á kynum, so sæst, at kvinnurnar hava størstan áhuga fyri “eldrarøktini” og “bústøðum” við ávikavist 62 og 54 prosentum meðan menninir peika á “vegir og infrakervi” og "eldrarøkt" við ávikavist 53 og 48 prosentum.
Veljararnir undir 45 ár raðfesta “skúla og barnaansing” og “bústaðir” hægst, 47 prosent, meðan veljararnir yvir 45 ár raðfesta “eldrarøkt” og “bústaðir”, ávikavist 57 og 55 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald