Landsbankin: Størsti parturin av skuldini hjá húsarhaldunum er bústaðarlán. Í juli 2022 rindaðu føroysku húsarhaldini í miðal 2,7% í rentu av síni bústaðarskuld í føroysku bankunum. Í februar 2024 rindaðu tey 5,1% í rentu.
Tey, sum hava danskt realkredittlán, eru farin frá at gjalda 2,2% í juli 2022 í miðal í bústaðarentu til 3,3% í februar 2024 (íroknað bidrag). Økingin er ikki eins stór á donsku realkredittrentuni, sum á føroysku bústaðarrentuni. Orsøkin er tann, at rentan ikki er økt hjá teimum, ið hava fastrentaði realkredittlán. Tey, ið hava eitt realkredittlán við einum rentubindingartíðarskeiði, sum gongur út í næstum, fara tó at merkja rentuhækkingarnar komandi tíðina.
Føroysk húsarhald, ið hava realkredittlán sum fígging av bústaði, gjalda í miðal lægri rentu, enn tey, ið hava bústaðarlán í føroyskum banka. Miðalrentan á bústaðarfígging í Evru-økinum var til samanbering 3,9% í januar 2024.
Nógv húsarhald fáa rentustuðul og merkja tí ikki fulla virknaðin av øktu rentuútreiðslunum. Rentustuðul fæst tó bert fyri rentuútreiðslur niðanfyri 100.000 kr. árliga. Í februar 2024 var bústaðarrentan í føroysku bankunum 5,1%, ið merkir, at húsarhald við eini bústaðarskuld omanfyri 2 mió. kr. hava rakt markið fyri rentustuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald