Stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin hava í semju gjørt fráfaringaravtalu.
Tað upplýsir stýrið í tíðindaskrivi í morgun.
– Stýrið ynskir at fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd. Stýrið fyri Bústaðir takkar Andras Róin, ið hevur myndað felagið síðani 2011 fyri arbeiði, har Andras hevur staðið á odda fyri at umskipa og menna Húsalánsgrunnin til Bústaðir.
Fyribils stjóri verður Hjørdis Gaard Lailudóttir, til nýggjur stjóri er settur í starv. Hon er 54 ára gomul og útbúgvin cand. scient. pol. og hevur drúgvar royndir bæði innan tað almenna og privata.
Lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald