Innanlands

Bústaðir byggja 37 nýggjar íbúðir við Villingardalsvegin

Leiguíbúðir í trimum ymiskum støðddum verða bygdar. Eftir ætlan skal verkætlanin vera liðug á vári 2028.

Ingibjørg Berg (Stýrisforkvinna), Regin Petersen (Stjóri HVT), og Jógvan Ósá (Stjóri Bústaðir)

Ingibjørg Berg (Stýrisforkvinna), Regin Petersen (Stjóri HVT), og Jógvan Ósá (Stjóri Bústaðir)

2026-11-05 20:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bústaðir hava í dag undirskrivað sáttmála við byggifyritøkuna HVT um at byggja 37 nýggjar leiguíbúðir við Villingardalsvegin í Tórshavn. Samstundis er skeyti um lendið undirskrivað við Tórshavnar kommunu. Byggingin fer í gongd í næstum, og íbúðirnar væntast at standa lidnar á vári 2028.

Verkætlanin fevnir um 37 íbúðir, sum verða bygdar í trimum bygningum. Íbúðirnar verða í trimum ymiskum støddum, soleiðis at tær kunnu hóska til ymiskan bústaðartørv.

Íbúðirnar verða býttar soleiðis:

  • 20 íbúðir á 53 m²
  • 3 íbúðir á 73 m²
  • 14 íbúðir á 85 m²

Við ymisku íbúðarstøddunum verður møguligt at bjóða bústaðir til bæði einstaklingar, pør og familjur.

- Vit eru fegin um, at vit nú kunnu fara undir byggingina av 37 nýggjum leiguíbúðum við Villingardalsvegin. Hetta er ein týðandi verkætlan fyri Bústaðir, og við íbúðum í ymiskum støddum kunnu vit bjóða bústaðir, sum hóska til ymiskan tørv, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

Byggingin verður liðug á vári 2028.

HVT stendur fyri byggingini sum heildararbeiðstakari. Arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í november 2026, og íbúðirnar skulu sambært sáttmálanum verða lidnar í seinasta lagi í apríl 2028.

Við undirskrivingini av skeytinum við Tórshavnar kommunu og byggisáttmálanum við HVT eru fortreytirnar nú lagdar fyri at fara undir byggingina.

Verkætlanin er liður í arbeiðinum hjá Bústøðum at økja um útboðið av leigubústøðum og skapa fleiri bústaðarmøguleikar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder