Á Býarbókasavninum í Havn ber nú til at lesa fleiri enn 7.000 bløð á 64 málum úr 155 londum. Talan er um talgild dagbløð, vikubløð og tíðarrit frá blaðveitaranum PressReader, sum ein nú kanst fáa atgongd til á WiFi-netinum hjá Býarbókasavninum.
Kend dagbløð og vikubløð
Í stóra úrvalinum eru eisini kend donsk dagbløð og vikubløð sum Politiken, Jyllands-Posten, Børsen, Se og Hør, Illustreret Videnskab og Gør Det Selv. Eisini finnur tú kend altjóða vikubløð sum Vogue, Rolling Stone, National Geographic og The New York Review of Books, og kend dagbløð sum The New York Times, The Guardian og The Wall Street Journal. Eisini er eitt stórt úrval fyri børn og ung.
Tak bløðini við heim
Tað einasta, tær nýtist at gera, tá ið tú kemur á Býarbókasavnið, er at fara á WiFi-netið (BBS) við tíni telefon, teldu ella teldli. Og so hevur tú atgongd til alt savnið av bløðum við Pressreader-appini ella á heimasíðuni pressreader.com.
Tað ber eisini til at taka greinar niður og lesa tær heima ella prenta tær út. Ein nýtist ikki at koma á Býarbókasavnið, hvørja ferð tú brúka, tí atgongd er til savnið hjá PressReader allastaðni í sjey dagar eftir vitjan á Býarbókasavninum.
Prentaðu bløðini
Dámar tær betur at lesa bløð á prenti, hevur Býarbókasavnið framvegis eitt stórt úrval av prentaðum bløðum. Ætlanin er ikki at siga prentað bløð upp, hóast tey eisini eru í PressReader.
Tað kemur tó fyri, at bløðini sjálvi gevast við prentaðu útgávuni, ella at dagbløð eru so seinkað í postflutninginum, at tað ikki gevur meining longur at halda tey. Í slíkum førum kann PressReader verða einasti møguleiki at fáa atgongd til nýggjastu útgávurnar innan rímiliga tíð.
Til ber at lesa meira um PressReader og aðrar talgildar tænastur á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum, bbs.fo.
Býarbókasavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald