Mentan

Býarmynd farin

Asta Jacobsen, vanliga nevnd Asta í Kioskini, doyði sunnudagin, 89 ára gomul

Asta Jacobsen (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Asta Jacobsen (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

2019-10-29 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Asta Jacobsen doyði sunnudagin 27. oktober. Hon gjørdist 89 ára gomul.

Asta má sigast at hava verið ein býarmynd í Havn. Síðani 1945 hevur hon rikið kioskina á Vaglinum til Gist & Vist samtakið í fjør yvirtók kioskina, og endurbygdi hana.

Asta Jacobsen var 15 ára gomul, tá ið hon yvirtók kioskina frá pápanum í 1945. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini, og hevur staðið har nærum uttan íhald til hon gavst sum 87 ára gomul.

Í 1955 giftist Asta við Nikláa Jacobsen, skipara av Glyvrum. Tey búsettust í Tróndargøtu og fingu trý børn.

Seinastu tíðina var Asta Jacobsen búsitandi á Lágargarði.

Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju mikudagin 30. oktobur klokkan 14.

[object Object]Tá nýggja "Kioskin hjá Astu", sum Gist & vist rekur, lat upp í mai (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder