Nú seinnapartin var lítil samkoma uppi við Kongaminnið fyri teimum, sum hava umvælt bæði umhvørvið og sjálvt Kongaminnið.
Borgarstjórin greiddi frá, at Kongaminnið varð reist sum eitt minni um fyrstu donsku kongavitjanina í Føroyum, tá Kristian 9. kongur vitjaði beint undan ólavsøku í 1874, t.v.s. fyri 150 árum síðan.
Kristian 9. kongur kom á land niðri á Kongabrúnni við Eystaru vág, sum varð bygd júst til hetta sama høvið. So Kongabrúgvin fyllir eisini 150 um dagarnar.
Kongur bleiv fagnaður við heiðursportri, fløggum og miklum lógvabrestum av havnafólkum, sum vóru komin oman at uppliva hesa hátíðarligu og søguligu hending.
Borgarstjórin í Havn, sum um tað mundið var Andreas Lützen, var sjálvandi eisini komin oman at taka ímóti kongi.
Hetta skuldi tó vísa seg at gerast ein sorgarleikur, tí borgarstjórin var so spentur, at hann fekk ein hjartatilburð ímeðan hann helt hátíðarrøðuna, og søgan sigur, at hann doyði á staðnum í ørmunum á kongi.
Kongur fekk so ringa samvitsku av hesum, at hann á hvørjum ári lat eina stóra peningagávu til eftirsitandi familjuna hjá Lützen borgarstjóra, so leingi kona hansara livdi.
Minnismerkið, sum vit í dag rópa “Kongaminnið” varð reist í 1882 sum minni um vitjanina. Tað var navnframi grótlaðarin, Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur “Jampan”, sum saman við øðrum frægum monnum stóð fyri hesum arbeiðinum.
Hetta framúr vakra og neyva steinlaðingararbeiðið síggja vit eisini aftur í øðrum av tí, sum Jákup Andreas Arge hevur laðað, sum t.d. gamla Sparikassan í miðbýnum í Havn og Ráðhúsið á Vaglinum.
Tað, sum eyðkennir staðið, har Kongaminnið er reist, er tað framúr góða útsýnið oman yvir miðbýin.
Tað hevur verið greitt, at Kongaminnið seinastu tíðina hevur havt ymsar ábøtur og broytingar fyri neyðini, soleiðis at fólk kunnu halda fram at njóta hendan vakra blettin og útsýnið yvir býin.
Og nú ætlanin var, at Fríðrikkur kongur skuldi vitja, varð avrátt at gera hesar ábøtur. Kongavitjanin varð útsett til næsta ár, men umvælingararbeiðið er kortini gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald