Býarrætturin í Keypmannahavn hevur í dag avgjørt, at 135 ára gamla tatoveringsbúðin, Tatoo Ole í Nyhavn, kann halda fram við sínum virksemi.
Tað er føroyska Majbritt Petersen, ið eigur Tattoo Ole, sum hevur hildið til á adressuni Nyhavn 17 síðan 1884, og er hetta sostatt heimsins elsta tatoveringsbúð.
Majbritt hevur ligið í sakarmáli við útleigaran, sum eigur húsini á Nyhavn 17, síðan summarið 2017, og í dag fall dómurin: Tattoo Ole nýtist ikki at lata aftur.
Útleigarin hjá Majbritt Petersen eigur eina matstovu, Brasserie Nyhavn 17, og hann ynskti at uppsiga leigumálið hjá Majbritt, so hann kundi fáa sær størri køk.
Men Majbritt hevur stríðst fyri at sleppa at vera verandi. Á middegi í dag fall dómurin, og tað merkir, at heimsins elsta tatoveringsbúð framhaldandi kann húsast í kjallaranum í Nyhavn 17.
- Vit hava vunnið. Tað er super lekkurt og kundi ikki verið betri. Nú sleppa vit at varðveita eitt petti av danskari heimsmentan, sigur Majbritt Petersen við TV2 Lorry.
Sum vinnuleigari hevur mann eina verju móti uppsøgn, serliga tá handilin er gamal, og tí endaði málið í býarrættinum í Keypmannahavn.
Síðan 1884 eru nógv fólk komin inn á gátt í Nyhavn 17 at fáa sær tatoveringar, og Tatoo Ole er ikki bert fyrsta tatoveringsbúðin, sum lat upp í Nyhavn, men eisini tann fyrsta í øllum Norðurlondum. Harafturat er búðin tann seinasta, sum er eftir í Nyhavn.
Síðan 1947 hevur tatoveringsbúðin itið Tatoo Ole, og har hevur Fríðrikur 9., pápi Margrethu drotning, fingið tvær tatoveringar.
Tatoo Ole hevur havt fleiri ymisk nøvn og fleiri eigarar gjøgnum tíðina, men Majbritt Petersen hevur átt og rikið búðina síðan 2007, og er hon eisini fyrsta kvinnan, ið hevur átt hana.
- Rættiliga nógv hevur verið uppá spæl her. Eg havi ein góðan handil, sum er 135 ára gamal, og sum klárar seg væl. Tað er ikki bara nakað, mann flytir. Tað er ein orsøk til, at Nyhavn 17 er ein kend adressa, sigur Majbritt Petersen.
Hon vónar, at dómurin í dag verður endaligi dómurin.
Henrik From Andersen, ið eigur bygningin, vil ikki siga fyri TV2 Lorry, um hann ætlar sær at kæra dómin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald