Innanlands

Býarsavnið verður á Frúutrøð

Nú flytur Tórshavnar býarsavn inn í Gamla Musikkskúlan á Frúutrøð. Fyrsta framsýningin verður um Havnina undir krígnum, nú tað verða 75 ár síðani, at krígið endaði og harvið eisini bretska hersetingin.

2020-01-23 21:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar býarsavn hevur formliga virkað síðani 1987 sambært løgtingslóg um bygdasøvn. Virksemið hjá býarsavninum hevur verið avmarkað í tíðarskeiðinum 2009 til 2018, tí einki savnsstarvsfólk var beinleiðis knýtt at savninum í hesum tíðarskeiði - fyri uttan teir báðar søgufrøðingarnar - ið hava skrivað Havnar Søgu.

Tá hendan býráðssamgongan tók við setti býráðið sær fyri, at Tórshavnar Býarsavn skuldi verða virkið aftur. Í august 2018 varð starvið sum býarsavnsvørður sett. Høvuðsuppgávurnar vóru at skipa savnið, tryggja skráseting og trygg goymsluviðurskifti og planleggja og skipa fyri framsýningum. Savnið skuldi skipa fyri løtuframsýningum (pop-up framsýningum), samstundis sum arbeitt varð framímóti fastari framsýning.

Um sama mundið fekk býráðið stórfingna gávu frá Birgari Johannessen, sum lat savninum lutirnar úr sínum privata ‘býarsavni’, sum hann hevur savnað í ein mansaldur. Hesir lutir fara saman við øllum hinum lutunum hjá Tórshavnar býarsavni at mynda framsýningarnar hjá savninum frameftir.

Grundsúlurnar
Tað eru tveir grundsúlur undir einum vælvirkandi savni, tað er framsýningarhøli og goymsluhøli. Tað eru serlig krøv til høli, sum skulu hava savnslutir í varðveitslu. Tí er nógv orka løgd í júst hetta, og tað er eydnast at finna góð og nøktandi goymsluhøli. 

Eisini er tað krav, at lutirnir verða skjalprógvaðir og skrásettir á tann hátt, at vitanin um lutirnar verður varðveitt soleiðis, at lutirnir verða latnir komandi ættarliðum í so góðum og tryggum standi sum gjørligt. Býarsavnið hevur tí skrásett allar lutir í savninum. Talan er um túsundtals lutir, harímillum lutirnar frá Birgari Johannessen. Nú er sostatt fingið fult yvirlit yvir lutirnar hjá Býarsavninum, og við tíðini er ætlanin at geva fólki atgongd til skipanina, so tey kunnu leita upp lutir. 

Fjølbroytt virksemi
Framsýningarnar hjá savninum skulu á viðkomandi, upplýsandi og forvitnisligt hátt avmynda lívið í Havn gjøgnum tíðirnar. Fýra framsýningar hava verið síðani 2018: Summarframsýningin um Andreu Árting, sum hekk á Býarbókasavninum í 2018, vetrarframsýningin um jól gjøgnum tíðirnar, sum var í Finsen sama ár, várframsýningin í 2019 um savnið hjá Birgari Johannessen, sum var í Gamla Tórs kafeteria og søguliga mótasýningin í Müllers pakkhúsi Mentanarnáttina.

Býráðið hevur í eina tíð arbeitt við at finna hóskandi savnshøli. Nú er samtykt, at arbeitt verður víðari við at fyrireika bygningin á Frúutrøð 1 til Tórshavnar býarsavn.

Havnin undir krígnum
Býarsavnið fyrireikar í løtuni eina serframsýning um Havnina undir krígnum, sum skal lata upp í mai. Frúutrøð var barakkøki undir krígnum, og tað skilst, at okkurt forvitnisligt fer at verða gjørt burturúr júst hesum!

Býarsavnið fer í næstum at lýsa eftir lutum til framsýningina um lívið í Havn undir seinna veraldarbardaga.

Tórshavnar kommuna
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder