Mentan

Býarskái í november - Runavíkin ger seg til reiðar

9. og 10. november seta góð handilstilboð, upplivingar og tónleikur dám á Runavík

2019-10-28 07:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er annað árið á rað, at skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har handlarnir hava opið heilt fram til kl. tíggju á kvøldi. Hesar báðar dagar hava handlarnir eina ørgrynnu av tilboðum, kappingum, undirhaldi og tónleiki. Tað verður lagt upp til eina rimmar jólasølu har spennandi pop-up handlar verða í økinum, ið somuleiðis hava nógv góð jólagávuhugskot.

Tónleikatiltøk seta eisini sín dám á økið. Konsertir við Marius Ziska og bólkinum Beinir verða í Løkshøll leygarkvøldið. Harumframt fara millum annað Guðrun Sólja og Janus Kampmann at spæla og syngja nøkur løg í Colorama og Shop In. Aðrir handlar skipa eisini fyri tónleikaframførslum.

Matarstøðini í økinum og streetfood vognar bjóða okkurt gott til tey svongu, heimagjørdar Bubble Waffles, doughnuts og annað gott til góman verður at fáa fram við økinum hjá Visit Runavík. 

Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, so til ber at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.

Neyvari skrá verður á heimasíðuni hjá Visit Runavík ella á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder