Mentan

Býarskái í Runavík um vikuskiftið

Á skránni verður m.a. sýning av føroyska animatiónsfilminum "Skúla Scam" og útgávukonsert hjá Land of Maybe

2020-11-06 09:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv tiltøk verða um vikuskiftið – upplivingar, kappingar, tónleikur og góð tilboð seta dám á økið

Talan er um Býaarskáan í Runavík, ið er stóra heysttiltakið í økinum. Sjóneykan verður sett á Runavíkina, har Løkshøll skipar fyri upplivingum, og handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu.

Úr rúgvuni kunnu nevnast at føroyski animatiónsfilmurin ”Skúla Scam”, ið Tóki Jónsson hevur framleitt, verður sýndur í Løkshøll leygardagin 7. november kl. 16.00. Ein útgávukonsert hjá ‘Land of Maybe’ byrjar Býarskáan fríggjakvøldið 6. november kl. 21.00. Harumframt skipar prýðiliga Skótahúsið fyri støkk upp café, og sansa-rørsluspæl verður á bókasavninum við Løkin leygardag kl. 11.

Skráin er rúgvusmikil og er longu løgd út á heimasíðuna hjá Visit Runavík og á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.

Samanumtikið ber til at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti 7. og 8. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder