Mentan

Býarskái í Runavík: Fleiri listaframsýningar um vikuskiftið

Fleiri listaframsýningar verða í økinum um vikuskiftið, og allar lata upp í dag

Ein teirra, ið sýnir fram um vikuskiftið er Torbjørn Olsen. Framsýning hansara er í Glyvra kirkju

Ein teirra, ið sýnir fram um vikuskiftið er Torbjørn Olsen. Framsýning hansara er í Glyvra kirkju

2020-11-07 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum ein partur av Býarskáanum í Runavík verða fleiri listaframsýningar í økinum, ið allar lata upp leygardagin 7. november.

Listaskái í Skótahúsinum við Løkin
Á Listaskáanum kunnu gestir vænta eina fjølbroytta og spennandi framsýning við list ið fevnir um alt frá prenti, tekningum og málningum til brúkslist úr leiri og installatión at síggja.

Listafólkini, sum eru við eru; Øssur Johannesen, Tummas Jákup Thomsen, Bessi Bjarnason, Beinta Dánialsdóttir, Marita Nattestad, Oggi Lamhauge og Janus á Húsagarði.

Framsýningin verður í Skótahúsinum við Løkin, har KFUM-skótarnir selja eitt nú suppu og brendar mandlur í hugnaligum umhvørvi.

Ætlanin við Listaskáanum er, at gestirnir fáa høvi til at síggja list og taka sær ein steðg frá tí resinum, sum ein kann uppliva í tí annars spennandi Býarskáa. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, flytur fram stutta røðu og bjóðar vælkomin. Janus á Húsagarði fer at framføra nøkur løg.

Ferniseringin verður leygardagin 7. november kl. 14:00. Framsýningin er opin leygardag kl. 14:00-21:00 og sunnudag kl. 14:00-20. Talan er um søluframsýning.

List og kvirra
Leygardagin er List og Kvirra í Glyvra kirkju frá kl. 14 til kl. 18. Eitt frálíkt høvi at vitja listaframsýningina, njóta kvirruna í kirkjurúminum og at kveikja ljós í ljósglobuni.

Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, ið sýnir fram.

Myndirnar hjá Torbirni Olsen fevna víða, hvat myndevnum viðvíkur. Býarlívið, eins væl og eyðkenda landslagið, verða lýst. Frásagnir úr Halgubók og andlitsmyndir dámar listamanninum eisini væl at mála. Í listaliga myndaframburði hansara er ein eyðsýndur sansur fyri flatum og sterkum og reinum litum. Harafturat spælir ljósið ein týðandi leiklut. Millum høvuðsverk hansara telist altartalvan í Haldórsvíkar kirkju, ið ímyndar hina heilagu kvøldmáltíðina.

Keramik og Náttúrulist
Hildarleir og Anette Sonne’s Náttúrlist sýna fram í sýnisglugganum við Radiobúðina á Heiðavegi umframt í Visit Runavík, Heiðavegur 13.

Anette Sonne hevur áður sett upp plakatframsýningar, gjørt dekoratiónir og skipað fyri framsýningini ‘Náttúrunar listaverk’ við Toftavatn.

Hildur Herman eigur HILDARLEIR, ið er hondgjørt keramikk ið er dreyað, formað og bygt í steintoysleiri. Tá lutirnir eru málaðir og glaraðir, verður brent við 1240 til 1260 hitastigum. Alt tilfar; leir, máling og glaring, sum ikki verður til lidna vøru, kann endurnýtast.

Málningaframsýning í Visit Runavík og Orkis
Erla Olsen sýnir fram oljumálningar á Visit Runavík og Elin Larsen sýnir fram í Orkis.

Býarskáin endar sunnukvøld 8. novmeber kl. 20. Tó hanga listaverkini hjá Torbirni Olsen og Hildarleir&Náttúrulist eina tíð afturat í ávíkavist Glyvra kirkju og Visit Runavík.

Meira kunning fæst her og á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder