Innanlands

Býartorg skal gerast í Hoyvík

Økið, sum liggur millum kirkjuna, skúlan og Karlamagnusarbreyt, liggur í dag óskipað. Ynskt verður, at økið verður gjørt til eitt torg, sum tekur hædd fyri virkseminum í økinum og samstundis ger torgið til eitt savningarstað fyri alla Hoyvíkina til hátíðarløtur og líknandi

Mynd: Tórshavnar kommuna)

Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-23 19:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan kirkjan í Hoyvík var liðug í 2007, hevur verið ynskt at fáa gjørt uttanumøkið liðugt við einum torgi.

Kirkjan er staðsett við Hoyvíkar skúla sum nærmasta granna, sunnast á Karlamagnusarbreyt, sum er eitt slag av miðstaðargøtu í Hoyvík. Økið, sum liggur millum kirkjuna, skúlan og Karlamagnusarbreyt, liggur í dag óskipað. Ynskt verður, sambært Tórshavnar kommunu, at økið verður gjørt til eitt torg, sum tekur hædd fyri virkseminum í økinum og samstundis ger torgið til eitt savningarstað fyri alla Hoyvíkina til hátíðarløtur og líknandi.

Torgið kann fáa stóran leiklut fyri, at Karlamagnusarbreyt verður fullfíggjað, samstundis sum at neyðugt verður at taka hædd fyri ymiskum ferðsluviðurskiftum í sambandi við skipan av torginum. 

Heildarætlanin leggur upp til, at gøta verður gjørd millum kirkjuna og kirkjugarðin í Hoyvík, sum kann leiða jarðarfylgi virðiliga seinasta teinin niðan í kirkjugarðin. Hesum verður arbeitt við í løtuni og farleiðin verður knýtt í torgið.

Farið verður nú undir at sniðgeva torgið, og arbeiðið at koma við uppskoti verður nú boðið út. Tekniski stjórin og býararkitekturin hava tí mælt til, at umsitingin fær heimild at bjóða skipan og sniðgeving út til ráðgeva.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hjá Tórshavanr býráð hava tikið undir við hesum og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder