Fleiri ferðafólk fingu skaða, tá lætta Bybanen-tokið í Bergen ikki megnaði at bremsa, tá tað kom til endastøðina í Fyllingsdalen.
Enn er óvist hvussu nógv fólk eru komin til skaða, skriva norskir fjølmiðlar, men staðfesta samstundis, at ongi fólk eru fastkleimd í tokinum.
Tað var beint fyri klokkan 12 lokala tíð, at boðini komu um óhappið.
Bybanen er eitt lætta tokið ella sporvognurin, sum koyrir millum miðbýin í Bergen og til Flesland-floghavnina sunnan fyri Bergen.
Men tað er eisini ein onnur linja, sum gongur millum miðbýin í Bergen og til býarpartin Fyllingsdalen, har tokið endar við ein keypsskála Oasen, og tað var á hesi endastøðini, at tokið ikki megnaði at bremsa og rendi inn í ein vegg.
Enn er óvist, hví óhappið hendi, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald