Uttanlands

Bygd í Arkansas fingið 18 ára gamlan borgarstjóra

Jaylen Smith varð týsdagin valdur til borgarstjóra í bygdini Earle

(Mynd: Facebook/CNN)

(Mynd: Facebook/CNN)

2022-12-09 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai varð hann liðugur á miðnámi, og týsdagin varð 18 ára gamli Jaylen Smith valdur til borgarstjóri í bygdini Earle í amerikanska statinum Arkansas.

Bygdin er 8,4 ferkilometrar til støddar og hevði 1,831 íbúgvar í 2020.

Jaylen Smith, sum er demokratur verður sambært CNN yngsti afroamerikanski borgarstjórin í USA nakrantíð.

– Eg stillaði ikki upp fyri at gerast kendur. Eg stillaði upp tí eg vild hjálpa mínum samfelagi og flyta tað á ta neyðugu kósina, sigur nývaldi borgarstjórin.

Jaylen Smith tekur við sum borgarstjóri fyrst í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder