Innanlands

Bygdaleiðir byrja aftur í Eysturoy og Norðoyggjum

400- og 500-ruturnar hjá Bygdaleiðum byrja aftur at koyra um middagsleitið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-18 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandferðslan boðar nú frá, at Bygdaleiðir byrja at koyra aftur um middagsleitið í Eysturoy og Norðoyggjum.

Fráboðanin ljóðar soleiðis:

Koyringin byrjar aftur á leiðunum 400, 401, 410, 450, 500 og 506 og koyrt verður soleiðis:

Leið 400 Úr Klaksvík kl. 11:50 og úr Havnini kl. 12:10
Leið 401 Koyringin byrjar aftur og koyrt verður smbr. ferðaætlan.
Leið 410 Koyrt verður kl. 11:30 úr Fuglafirði.
Leið 450 Koyrt verður kl. 11:20 úr Havnini.
Leið 500 koyrir kl. 11:30 úr Klaksvík.
Leið 506 Koyringin byrjar aftur, koyrt verður smbr. ferðaætlan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder