
Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu samtykti á undanfarna fundi sínum at keypa brennivín – whisky og ginn – fyri 20.000 krónur.
Hetta framgongur av fundarfrágreiðingini frá fundinum 9. november, har bygdaráðið eisini lat stuðul til onnur feløg, eitt nú ítróttafeløg.
Talan er í hesum førinum um eitt slag av stuðli til Faer Isles Distellery, sum hevur ætlanir um at fara undir at byggja whiskybrennarí í Kvívíkshaganum.
Fíggjarnevndin hjá Kvívíkar kommunu mælti bygdaráðnum til at keypa whisky og ginn frá lokalu brennivínsframleiðarunum fyri 20.000 krónur “uttan at tekna limagjald”. Hetta tilmælið varð samtykt av bygdaráðnum.
Faer Isles Distellery er um at vera klárt at fara undir sína framleiðslu av whisky og ginn, og í løtuni er møguligt hjá almenninginum at seta pengar í felagið og harvið gerast limur í ‘Faer Isles Founders Club’, sum gevur ávísar ágóðar, eitt nú ein part av tí fyrsta brygginum, sum kemur frá virkseminum.
Fyrst í komandi áriverður farið undir at tekna sjálvan partapeningin. Og eftirsum áhugin í Føroyum er so stórur fyri hesum ‘stovnaraklubba’, er eisini ætlanin at tekna 20 prosent av partapeninginum lokalt sum ‘community funding’.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald