
Á almennum bygdaráðsfundi seinasta hóskvøld skipaði nývalda bygdaráðið í Nes kommunu seg, og myndir blivu tiknar.
Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.
Áðrenn var greitt, at Súni í Hjøllum fór at verða valdur til borgarstjóra, og Heini Súnason Kristiansen blevi valdur til varaborgarstjóri. Heini er upprunaliga av Skála, og hann fekk flest atvøður, 150, á valinum 10. november. Heini Súnason Kristiansen verður formaður í nýggju Umhvørvisnevndini.
Hinir bygdaráðslimirnir í Nes kommunu eru Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen.
Nevndarsessirnir eru soleiðis býttir:
Fíggjarnevndin: Súni í Hjøllum, formaður, Heini Súnason Kristiansen næstformaður, og Høgni Hansen
Tekniska nevnd: Dakko Petersen, formaður, Elin á Torkilsheyggi, næstforkvinna. og Jan Højgaard
Mentanarnevndin: Elin á Torkilsheyggi, forkvinna, Jan Højgaard, næstformaður, og Rannvá í Túni Petersen.
Trivnaðarnevndin: Høgni Hansen formaður, Dakko Petersen, næstformaður og Rannvá í Túni Petersen.
Umhvørvisnevndin: Heini Súnason Kristiansen, formaður, Elin á Torkilsheyggi og Rannvá í Túni Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald