
Mikudag fyrrapart var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum á vitjan í Kvíggjartúni á Argjum, har bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, verður bygt.
Tá nýtti hon høvi at tosa við KONTRAST, sum hevur byggileiðsluna. Fyritøkan er høvuðsráðgevi og hevur eisini teknað bygningin.
Sp/F KONSAX hevur staðið fyri jørðarbeiðnum, og tað er nú um at vera liðugt, og Búsetur sp/f er farið í gongd við sjálvt byggiarbeiðið.
Á heiminum vera seks búpláss, seks umlættingarpláss, og eitt dagtilboð til 16 børn og ung við autismu. Sambært Almannamálaráðnum verður miðað eftir, at heimið stendur liðugt við árslok 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald