![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyri umleið einum mánaði síðani segði Elsa Berg, at hon helst vil hava nýggju kirkjuna á Argjum aðrastani enn við fríøkið við Sandá. Hetta var í sambandi við framløguna av samgonguskaljinum og ætlanunum hjá nýggja býráðnum í Havn.
Nú fáa nýggi borgarstjórin og nýggja býráðið møguleikan at taka málið upp av nýggjum. Stríðið um staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum heldur fram.
Hetta er greitt, eftir at Føroya Kærustovnur hevur givið "Náttúrufylkingini Sandá at frama" viðhald í kæru sínari um byggiloyvi, sum undanfarna býráð gav.
Í niðurstøðuni stendur, at kommunan ikki hevur partshoyrt grannarnar og tískil ikki hildið Fyrisitingarlógina. Hetta kostar eitt byggiloyvi.
- Vit eru sera fegin um úrskurðin hjá Kærustovninum tí hann staðfestir, at tað nyttar hjá borgarum at gera vart við viðurskiftir, ið ikki eru farin rætt fram fyrisitingarliga. Harumframt fegnast vit um, at náttúran og Fríøkið við Sandá nú fáa nýggja politiska viðgerð á Vaglinum. Væntandi fer nýggja viðgerðin at ganga øllum teimum mongu túsund fólkunum, sum ynskja at varðveita Fríøkið, á møti" siga umboð fyri Áhugabólkin í skrivi seinnapartin.
Málið um byggiloyvið skal harvið aftur til viðgerðar hjá Tórshavnar kommunu.
Sambært sáttmálanum millum kirkjuráðið á Argjum og byggifyritøkuna Kanjon skuldi arbeiðið við Sandá annars byrja um ein mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald