2025-03-20 13:15

Fyrrapartin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggivirkið KBH.
Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði fyri KBH.
Á býráðsfundi, tann 24. februar, varð samtykt at taka av tilboði frá KBH, sum er áljóðandi áleið kr 1,2 mió. Arbeiðið umfatar at umvæla eldra partin av Frítíðarskúlanum.
Talan er um at skifta tekju, klæða bygningin og gera eitt vindfang. Arbeiðið byrjar í næstum, og tað verður eftir ætlan liðugt í heyst.
Bark v/Dáva Reinert Hansen hevur byggileiðslu og eftirlit fyri Nes kommunu.
Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald