Innanlands

Byggja heilsumiðstøð í gamla FK-bygninginum

Fuglafjarðar kommuna hevur skrivað sáttmála við Heildarverk

Dávur Juul, borgarstjóri, og Tórfinn Nón frá byggifyritøkuni Heildarverk skrivaðu undir sáttmála í dag (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

Dávur Juul, borgarstjóri, og Tórfinn Nón frá byggifyritøkuni Heildarverk skrivaðu undir sáttmála í dag (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

2022-04-07 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan byggingin av nýggja snotiliga skúlanum í Fuglafirði er farin fram, hevur stórur partur av næmingunum í Fuglafjarðar skúla havt skúlastovur í reyða bygningin longur ‘norðuri’ í bygdini, sum Føroya Keypsamtøka bygdi í síni tíð.

Nú nýggi skúlin er liðugur, stendur gamli FK-bygningurin, sum kommunan hevur yvirtikið, tómur, men tað verður ikki leingi.

Avgjørt er at innrætta nýggja læknaviðtalu, heilsumiðstøð, í bygninginum.

Fuglafjarðar kommuna skrivar á Facebookvanga sínum, at sáttmáli í dag er undirskrivaður við felagið Heildarverk, sum verður heildarveitari av arbeiðinum at umbyggja og innrætta heilsumiðstøðina í gamla FK-bygninginum

[object Object]Nú verður hesin bygningurin innrættaður til heilsumiðstøð (Mynd: Google)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder