Innanlands

Byggja randarhús á Fossum í Klaksvík

Maltek átti besta uppskotið at byggja 13 randarhús í nýggju útstykkingini á Fossum

2024-01-17 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í heyst lýsti Klaksvíkar kommuna eitt øki í nýggju útstykkingini á Fossum til sølu. Ein verkætlan var lýst fyri lendi, har 13 randarhús skulu byggjast á. Inn komu tvey tilboð og var tað byggifyritøkan Malltek, ið átti besta uppskotið.

Í verkætlanini fyri økið verður lýst, at talan er um randarhús, og at búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir. Randarhúsini máta uml. 9 m x 22 m og eru uml. 200 m2 hvørt. Alt økið er 2600 m2 til støddar.

Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um, at hendan verkætlanin nú fer í gongd og at glið kemur á byggingina á Fossum.

- Hetta er ein forkunnug verkætlan og eisini fyrsta av sínum slag í kommununi, tí eri eg, saman við býráðnum, sera spentur uppá, hvussu hendan verkætlan kemur at eydnast. Tað er eingin ivi um, at vit hava stóran tørv á fjølbroyttum bústøðum, og tí er hetta nakað sum vit vónað og væntað, at fólk fara at taka væl ímóti.

Byggifyritøkan Malltek upplýsir, at í løtuni verður uppskotið endaliga projekterað og vónað verður, at arbeiðið kann fara í gongd í summar ella eftir summarfrítíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder