2021-02-22 11:30

Í næstum verður farið undir at byggja seks ljósar, nútímans og umhvørvisvinarligar íbúðir á Byrgi á Strondum.
Íbúðirnar vera úr uml. 90 m2 í uml. 140 m2 við møguleika fyri ávíkavist trimum ella fýra kømurum. Afturat íbúðunum vera eisini bilskýli og hjallur.
Tað er SNA, sum stendur fyri at prosjektera og byggja íbúðirnar, og felagið hevur gjørt sær stóran ómak at hugsa umhvørvisvinaligt, burðardygt og framtíðartryggjað, skrivar Sjóvar kommuna.
(Mynd: Sjóvar kommuna)
Fleiri myndir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald