Innanlands

Byggja sjey leigubústaðir í Streymnesi

Talan er um bygging í einari hædd, sum verður bygd í einari lon – Íbúðirnar verða klárar at taka í brúk komandi ár

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2023-08-16 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðhús og Seve eru í løtuni í ferð við at byggja sjey íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

Sambært Sunda kommunu er talan um bygging í einari hædd, sum verður bygd í einari lon.

Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa.

Íbúðirnar, sum verða klárar at taka í brúk í 2024, fara at verða hitaðar við jarðhita, og góð parkeringsviðurskifti verða á økinum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder