
Á býráðsfundi tann 26. mars samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Kanjon viðvíkjandi út- og umbygging av skúlanum í Leirvík.
Byggifyritøkan úr Klaksvík hevði tað lægsta av teimum fimmi tilboðunum, sum komu inn.
Tað verður tó ikki bíligt fyri Eysturkommunu at fremja broytingarnar í Leirvík. Samanlagdi kostnaðurin er mettur at vera 95 milliónir krónur.
Talan er um størstu verkætlanina hjá kommununi, sum bleiv stovnað tann 1. januar 2009, tá Gøtu- og Leirvíkar kommunur løgdu saman.
Eysturkommuna skrivar í dag, at arbeiðið fer í gongd skjótast gjørligt og væntast at vera liðugt innan tvey og eitt hálvt ár. Tað vil siga, áðrenn 2027 er av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald