Innanlands

Bygma Balslev metúrslit í fjør

Úrslitið gjørdist 23,6 milliónir krónur, sum er tað besta úrslitið síðani 2004 og helst eisini besta úrslit hjá fyritøkuni nakrantíð. Felagið rindar 15 milliónir krónur til partaeigararnar

(Mynd: Bygma Balslev)

(Mynd: Bygma Balslev)

2022-03-04 06:57 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Í ársroknskapinum hjá Bygma Balslev Timburhandil & Byggibúð P/F fyri 2021, sum júst er almannakunngjørdur, sæst, at ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 23,6 mió.kr., sum er besta úrslitið síðani 2004 og helst eisini er besta úrslit hjá fyritøkuni nakrantíð. Felagið rindar 15 mio.kr. til partaeigararnar.

Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Bygma Balslev fyri 2021.

[object Object]

Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 62,8 mió.kr. í 2020 til 64,9 mió.kr. í 2021, sum er ein vøkstur upp á 3,5 prosent.

Starvsfólkakostnaðurin var 32 mió.kr. í 2021, sum er sama støði sum í 2020.

Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, øktist úr 30,7 mió.kr. í 2020 til 33 mió.kr. í 2021. Vøksturin er 7,4 prosent.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 23,6 mió.kr., samanborið við 22,3 mió.kr. í 2012. Vøksturin í úrslitinum var 5,9 prosent.

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá Bygma Balslev øktist úr 149,0 mió.kr. í 2020 til 166,8 mió.kr. í 2021.

Meðan støðisogn felagsins var 70,7 mió.kr., sum er tað sama støði sum í 2020, so øktist ogn í umferð úr 78,5 mió.kr. í 2020 til 96,1 mió.kr. í 2021. Stóri vøksturin í ogn í umferð er í ávikavist vørugoymslum, sum var 47,1 mió.kr. í 2021, ein vøkstur á 9,3 mió., áogn sum øktist 4,5 mió.kr. til 34,5 mió.kr. í 2021 umframt tøki peningurin sum øktist 3,3 mió.kr til 3,4 mió.kr.

Eginpeningurin hjá Bygma Balslev øktist úr 88,1 mió.kr. í 2020 til 96,7 mió.kr. í 2021.

Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku. Trygdarevnið á 58 prosent, sum má metast at verða sera gott.

Felagið hevur økt um stuttfreiðstaðu skuldina við 9,1 mió.kr. til 65,9 mió.kr. í 2021.

[object Object]

Gjaldførið hjá Bygma Balslev var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 146 prosent í 2021 samanborið við 138 prosent í 2020.

Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S, sum er ein av 100 teimum størstu fyritøkunum í Danmark og hevði eina samlaða sølu á 9,4 mia.kr. í 2020.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 15 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar.

Baslev upplýsir á síni heimasíðu, at samlað starvsfólkatalið er 62.

Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder