Innanlands

Býráðið í Eysturkommunu samtykt uppskot um íbúðarbygging í Norðragøtu

Talan er um uppskot at byggja 34 búeindir – harav 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir – Ætlanin er at fara í gongd at byggja í vetur, og væntandi er klárt at flyta inn fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2021-05-31 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av uppskoti um íbúðarbygging í Norðragøtu. Talan er um uppskot at byggja 34 búeindir – harav 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir. Økið liggur væl fyri ovarlaga í bygdini beint norðanfyri eldrasambýlið Gøtubrá.

Tað var í januar, at býráðið samtykti at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging. Matrikul 72f varð síðan sett til sølu í apríl við nøkrum treytum, og tvey tilboð komu inn.

Býráðið valdi verkætlanina Eyðabø eftir tilmæli frá dómsnevndini, sum varð sett at meta um uppskotini. Handan verkætlanina eru P/F Varðin, P/F Búsetur, Bústaðir – Føroya Bústaðarfelag og Sp/f Henning Larsen arkitektar.

Leiguíbúðirnar í uppskotinum eru ymiskar í stødd. Tær eru úr 47 m2 til 122 m2. Lutaíbúðirnar eru allar 122 m2. Sambært tíðarætlanini í valda uppskotinum er ætlanin at fara í gongd at byggja í vetur, og væntandi er klárt at flyta inn fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuna.

At útvega íbúðir er partur av ætlanini hjá Eysturkommunu at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. Afturat verkætlanini í Norðragøtu arbeiðir kommunan eisini við møguleikum fyri íbúðarbygging í Syðrugøtu og í Leirvík.

Eyðabø verkætlanin tekur útgangsstøði í at skapa ein býling, sum tekur støði í lendinum og veðurlagnum á staðnum. Aðalmálið hevur verið at finna eina javnvág millum at byggja lutfalsliga bíligt og samstundis skapa ein bústað við høgari dygd, funktionellum loysnum, góðum tilfari, nokk av dagsljósi, góðum útsýni, góðum uttandura uppihaldsøki og ómakaleysari atkomuligheit, skrivar Eysturkommuna.

Umframt at íbúðirnar skulu vera einfaldar at byggja, er eisini dentur lagdur á, at allar íbúðirnar hava góðan sólargang. Hetta við at allar íbúðir hava terrassu í ein útsynning. Bygningskroppurin og forskjótingin í íbúðunum tryggjar eisini at bæði altan og terrassa fáa krókar, sum geva lívd, ikki minst ímóti høgættini.

Ynski er at fáa eitt væl skipað íbúðarøki, sum tekur hædd fyri landslagnum, samstundis sum atlit verða tikin fyri umhvørvinum og stórfingna og fría útsýninum.

Dómsnevndin metti, at uppskotið er heldur øðrvísi í mun til alla tað bygging, sum hevur verið framd seinastu nógvu árini í Føroyum. Tað leggur seg eftir at skapa ein býling til uppihald og trivnað; ein býlingur, sum í størri mun arbeiðir við hvørjari eind sær og samanlagt skapar eitt grannalag við meira margfeldni og sínum heilt egna samleika.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder