Innanlands

Býráðið í Klaksvík stegðar fyribils útstykkingini á Fossum

Orsøkin er, at fíggjarligt rásarúm ikki er hjá kommununi at fremja alla verkætlanina, sum verður steðgað 1. desember. Nú skal samráðast við verandi arbeiðstakara um, hvussu serliga fyrsta byggistig, ið fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús, skal gerast liðugt

Talan er um eina sera stóra verkætlan til slakar 125 milliónir krónur.  Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðv. restini av verkætlanini (Mynd: klaksvik.fo)

Talan er um eina sera stóra verkætlan til slakar 125 milliónir krónur. Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðv. restini av verkætlanini (Mynd: klaksvik.fo)

2022-11-10 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í løtuni er ikki fíggjarligt rásarúm hjá kommununi at fremja alla hesa stóru verkætlan. Tí hevur býráðið einmælt samtykt at steðga verkætlanini. Farið verður nú undir samráðing við verandi arbeiðstakara, RTS Contractors, um at gera neyðuga arbeiði fyri at gera fyrsta byggistig liðugt á ein forsvarligan hátt og fyri kommununa nøktandi kostnað.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari fyri lítlari løtu síðani.

Útstykkingin á Fossum byrjarði fyri tveimum árum síðani. Talan er um eina sera stóra verkætlan, ið fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eitt stórt grundstykki, sum millum annað kann nýtast til ein barnagarð. Samlaði kostnaðurin er mettur til at vera slakar 125 milliónir krónur.

Nú noyðast tey í Klaksvíkar býráðið at ásanna, at tað í løtuni ikki ber til at fremja hetta, og arbeiðið verður steðgað 1. desember í ár. Tó verður verkætlanin ikki slept: 

- Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi restini av verkætlanini (byggistig 2 og 3).

Fyrsta byggistig fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis, og málið er, at fyrsta byggistig verður liðugt í 2023. Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki fáa í næstum nærri kunning um, nær grundstykkini eftir ætlan verða klár.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder