Á býráðsfundi í kvøld, skal Tórshavnar býráð taka støðu til neystini undir Bakka, sum kommunan leggur upp til skulu nýtast til frítíðar- og ítróttarvirksemi hjá áhugafeløgum.
Fimm leigarar hava havt leigumál við Tórshavnar kommunu í nógv ár. Allir fimm leigarar hava ynski um at sleppa at halda fram við leigumálunum, og teir vísa m.a. á, at neystini verða javnan brúkt til virksemið, sum hevur við sjógvin at gera, stendur at lesa í skránni fyri býráðsfundin í kvøld.
Les eisini grein úr Dimmalætting:
Stríð um rættin til neystini
(Bert fyri haldarar)
Kommunan hevur leigusáttmálar við Kajakkfelagið og Tórshavnar Froskmannafelag um tvey av neystunum.
Hini fýra neystini, ið privat leiga, er ætlanin at nýta til at røkka endamálinum við broyttu byggisamtyktini, ið er at nýta økið til frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum hevur við sjógvin at gera og annað, sum kann menna ferðafólka- og býarlívið í býunum.
Kravdu avgerðina fyri býráðið
Kommunustjórin, leiðarin á stjórnarskrivstovuni, trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til at uppsiga tey fimm leigumálini við privatu leigararnar av neystum undir Bakka til at fara úr gildi um seks mánaðir.
Á fundi í fíggjarnevndini tann 23. oktober í ár tók ein meiriluti við Anniku Olsen, Gunvør Balle og Bergun Kass undir við tilmælinum.
Minnilutin við javnaðarpolitikarunum Tróndi Sigurðsson og Heðini Mortensen, tók ikki undir við tilmælinum, og kravdu avgerðina fyri býráðið.
Tískil skal býráðið í kvøld taka støðu til hetta málið. Býráðsfundurin byrjar klokkan 18, og hetta mál er nummar sjey á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald