Innanlands

Býráðslimur: Hvør hevur givið loyvi til hetta?

Eins og í fjør hevur tað elvt til øsing, at LGBT strípur verða málaðar á veg. Hesaferð er tað í Steinatúni. Býráðslimur mótmælir staðiliga at slíkt verður gjørt

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-20 12:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað elvdi til øsing tá LGBT-strípur vórðu málaðar á vegin uttanfyri Gundadalshøllina um hesa tíðina í fjør. Og ikki óvæntað ger tað tað aftur í ár.

- Borgarstjórin og tann vinstravenda samgongan í Tórshavnar býráð gevur enn einaferð einum felagskapi sersømdir, sum gongur ímóti flestu kristnum og siðsøguligum virðum í Føroyum, skrivar Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Havn, í lesarabrævi.

- Og borgarstjórin og samgongulimir ganga enntá sjálvar á odda við at mála strípurnar á vegin í Steinatúni.  Sum býráðslimur fyri Fólkaflokkin vil eg staðiliga mótmæla at Steinatún og Havnin á henda hátt verður mála við LGBT+litum, skrivar hann.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hann spyr tí Elsu Berg, borgarstjóra, um hvør hevur givið loyvi til hetta, og um hetta hevur verið í avvarandi nevnd ella í býráðnum til viðgerar ella støðutakan.

Eisini vil hann vita, um ferðslunevndin hevur góðtikið hetta.

- Vónandi kann borgarstjórin svara okkum mongu borgarum, sum als ikki vilja góðtaka slíka vandalismu á vegnum í miðbýðnum, har børn, ung og eldri skulu ganga næstu dagarnar og á ólavsøku, skrivar Birgir Nielsen.

Les alt lesarabrævið á lesarin.fo her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder