
Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum.
Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld klokkan 20 í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum, og vit gleða okkum til ein vónandi meira vanligan dansivetur enn í fjør.
Fyrsti barnadansurin í vetur verður í kvøld. Dansað verður fríggjakvøld klokkan 20 í dansitíðini fram móti føstulávint - tó er eingin dansur fríggjakvøldið 15. oktober (í heystfrítíðini) og dansað verður bert fyrsta fríggjadagin í desember.
Harumframt dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld klokkan 22 í dansitíðini. Byrjað verður við ársaðalfundi fríggjakvøldið 22. oktober, klokkan 21 í Hornahúsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald