Nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg er eftir øllum at døma ov sein á sjóvarfallinum.
Kikrjuráðið á Argjum skrivaði stutt fyri jól undir sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja nýggju kirkjuna, sum skal vera við Sandá, upplýsir Rúni Hentze, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, fyri útvarpinum.
Tá býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu legði samstarvsavtaluna fram í Reinsarínum í dag, segði Elsa Berg seg fara at tosa við kirkjuráðið um aðra staðseting.
Men hetta er heldur seint. Byggingin verður sett í gongd um fáar vikur.
Kanjon átti lægsta boðið at byggja kirkjuna fyri 61,2 milliónir krónur.
Tað tekur tvey ár at byggja nýggju kirkjuna á Argjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald