
Í gjár, hóskvøldið 14. oktober, var fundur fyri tey, sum hava skrivað seg upp til at gerast partur av lutaíbúðarætlanini í Vágs kommunu.
Á fundinum greiddi Dennis Holm, borgarstjóri, frá bakgrundini fyri ætlanini. Eisini varð greitt frá, hvussu arbeitt hevur verið við fyrireikingum síðani fyrsta kunnandi fundin í mars mánað - nú gerst ætlanin skjótt veruleiki.
Talan er um eina ætlan, ið er skipað í samstarvi millum Vágs kommunu, Bústaðir, Betri Banka og Norcon. Á fundinum í gjárkvøldið var Andras Róin, stjóri í Bústaðir, og greiddi frá um lutaíbúðarfelagið og um fíggjarliga partin av ætlanini. Hann tosaði um tey bæði sløgini av íbúðum. Eitt slag hevur tvey kømur og er 80 fermetrar - hitt hevur trý kømur og er á 90 fermetrar. Prísurin varð eisini avdúkaður:
Íbúð á 80 fermetrar (2 kømur)
Innskot: 310.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 310.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.500 kr. um mánaðin eftir rentustuðulin)
Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 5.400 kr.
Íbúð á 90 fermetrar (3 kømur)
Innskot: 350.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 350.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.700 kr. um mánaðin eftir rentustuðul)
Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 6.100 kr.
Síðani varð greitt frá um byggistigini. Fyrst verða 6 íbúðir gjørdar í Mýrunum. Byggiloyvi er givið til hesa ætlan, Norcon skal byggja, og farið verður ígongd í næstum.
Ætlanin er síðani at byggja íbúðir á Stórheyggi, og um áhugi fyri tí, so verður farið ígongd úti á Stórheyggi eftir ársskiftið. Hetta verður 2. byggistig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald