2020-10-24 18:02
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.
Miðjað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum afturat teimum longu kvæðunum.
Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd.
Dansað verður nú sunnukvøldið tann 25. okt. kl. 19:30 í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1.
Barnadansurin byrjar sama kvøld kl. 18:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald