2020-12-29 07:27

Í dag verður farið undir at koppseta teir fyrstu íslendingarnar. Fyrstu skamtirnir av koppsetingum frá Pfizer/BioNTech komu til Íslands í gjár, og nú er klárt at fara undir koppseting av eldri íslendingum og fólki, sum starvast innan heilsurøktina.
Klokkan 9 íslendska tíð verða tey fyrstu koppsett. Talan er um fýra starvsfólk hjá íslendska landslæknaembætinum.
Ein tíma seinni byrja koppsetingarnar á røktarheiminum Seljarhlíð. Í fyrstu sending til Íslands var heilivágur til at koppseta 5.000 fólk, skrivar ruv.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald