Í øðrum helmingi av 2022 verður klárt at senda fyrsta kommersiella fylgisveinin út í rúmdina av bretskari jørð. Útskjótingin fer fram á oynni Unst í Hetlandi.
Í næstu viku kemur væntandi endaliga loyvið til at skjóta út rúmdarrakettir av Lamba Ness longst í ein landnyðring á Unst. Mótmæli hava verið móti ætlanini orsaka av, at hon kann gera seg inn á virðismikil fornminni frá heimsbardøgunum.
Amerikanska flog- og rúmdarverksmiðjan, Lockheed Martin, hevur annars verið undir ávísum trýsti fyri at kunn alova bretsku stjórnini at hava sína pathfinder-rakettætlan klára í 2022, tí Bretland er í harðari kapping við líknandi ætlanir í Noregi, skrivar Shetnews.
Umboð fyri Lockheed Martin vóru í vikuni á sentrinum Saxa Vord, har rúmdarstøðin skal gerast, har tey høvdu fund við fólk úr lokalsamfelagnum.
Stjórin við ábyrgdini fyri rúmdarætlanunum, dr. Scott Rodgers, segði í hesum sambandi, at felagið hevur sett sær fyri, at kunna skjóta fyrstu rakettina upp av bretskari jørð í 2022.
Upprunaliga var ætlanin at senda fyrstu rakettin aupp í mai 2022, men hetta er nú útsett til september, millum annað orsaka av mótmælunum og forðingunum, sum covid-støðan hevur havt við sær.
- Sum eg fati tað, so verður søguligi parturin av málinum viðgjørdur, og byggiloyvið verður latið í næstum. Eg havi fult álit á, at hetta arbeiðið verður gjørt til lítar, og tað ikki fer at forða okkara ætlanum.
- Vit náa tó ikki at vera klár til mai 2022, men útskjótingin verður í 2022, men seinni á árinum, segði hann.
Scott Rodgers vísti á, at so skjótt, sum neyðugu loyvini eru kominupp á pláss, so er Lockheed Martin ført fyri at gera økið klárt til útskjóting innan fyri seks mánaðir.
Hóast Lockheed Martin er partur av amerikansku verjuni, so vissaði stjórin fyri felagið, at UK Pathfinder-rúmdarverkætlanin bert snýr seg um vinnuligar útskjótingar, og ikki hevur nakað hernaðarligt endamál.
- Henda verkætlanin snýr seg um at gera eina vinnuliga rúmdarstøð í Bretlandi. Støðin kann brúkast til hernaðarlig endamál, ja, men okkara endamál er bert at senda fylgisveinar í ringrás, sum skulu brúkast í sambandi við veðurtænastur, samskifti og akademisk endamál segði stjórin í Lockheed Martin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald