Innanlands

Byrja at tøma vatngoymsluna í Heygadali í dag

Framleiða ravmagn meðan byrgingin verður tømd. Ikki fyrr enn um eina góða viku, verður skrúvað upp fyri botnventilunum

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-04-19 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leingi ætlaða umvælingararbeiðið av byrgingini í Heygadali oman fyri Vestmanna byrjar í dag, við at farið verður undir at tøma byrgingina.

Men talan verður ikki um at skrúva upp fyri botnventilinum og lata vatnið fossa úr byrgingini.

Heri Mortensen, deildarleiðari fyri elframleiðsluni hjá Sev, upplýsir fyri Portalinum, at tað mesta av vatninum verður tømd gjøgnum turbinurnar á Heygaverkinum, so tað ganga nakrir dagar, áðrenn alt er tømt.

Tað er bert tað allar síðsta, sum verður tømt við at skrúva upp fyri botnventilunum. Tað hendir væntandi um eina góða viku, sambært Hera Mortensen.

Enn er ongin loysn funnin á trupulleikanum við sílunum, sum Spf. Røkt hevur gangandi í ringum oman fyri byrgingina. Talan eru um seinastu sílini, sum eru eftir at stammuni, sum hevur verið brúkt í alivinnuni, men sum eingin áhugi tykist vera fyri at varðveita.

Røkt fekk í fjør boð um at flyta sílini úr byrgingini, og hevur í longri tíð goldið dagbøtur fyri at lata sílini vera verðandi.

Røkt hevur kært avgerðina.

Heri Mortensen, deildarleiðari hjá Sev, hevur fyrr upplýst fyri Kringvarpinum, at tað nú er neyðugt at kanna byrgingina innanífrá fyri at staðfesta hvørjum standi hon er í. Um so er, at kæran frá Røkt fær støðgandi virkna, so verður neyðugt at lækka vatnstandin til eitt minimum, til møguligt verður at kanna byrgingina heilt niður á botn.

Heygaverkið framleiðir millum 8 og 10 prosent av streyminum í Føroyum. 

[object Object]
Nøkur hundrað síl ganga enn í ringunum í Heygadali - enn er ongin loysn funnin (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder