Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hittast í morgin klokkan 11, og byrja tá samráðingarnar um nýggja samgongu. Tað veit VP í kvøld.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum fekk í dag samráðingarrættin, og hannn verður tí samráðingarleiðari. Hann hevur fingið til týsdagin í næstu viku at skipa samgongu.
Fólkaflokkurin er størsti flokkur á tingi við átta tinglimum, Sambandsflokkurin hevur sjey tinglimir og Miðflokkurin hevur tveir tingsessir.
Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal mugu fyribils fylgja við á síðulinjuni meðan borgarligu flokkarnir samráðast (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Video: Aksel: Endamálið við at velja Bárð er ein breið samgonga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald