Innanlands

Byrja upp á bjargingararbeiðið í dag

Nú skal fóðurflakin á Víkum, Hellutangi, bjargast. Drúgva arbeiðið byrjar í dag

(Mynd: Sverri Egholm, 12. apríl 2021)

(Mynd: Sverri Egholm, 12. apríl 2021)

2021-05-28 10:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kyrt er á Víkum í dag, og tí eru kavarar og onnur farin til staðið, og arbeiðið at fáa Hellutanga aftur at flota byrjar í dag.

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í alifelagnum Hiddenfjord, sum eigur flakan, við VP.

Ætlanin er at pumpa luft í rúmini undir dekkinum, og soleiðis seta trýst á, og vónandi fáa sjógvin úr flakanum og fáa hann at flóta, sigur Atli Gregsen.

Hetta er stórarbeiði, og tað er ikki greitt hvussu langa tíð tað fer at taka.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm, 12. apríl 2021)

Tað var í illveðrinum 5. apríl, at fóðurflakin sum hevur ligið fortoyðaður á Víkum, sleit. Hann rak á land inni í fjøruni vestanfyri Reipsáfoss, har hann framvegis liggur.

Hiddenfjord fekk fóðurflakan í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur og lastar 1.000 tons av alifóðri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder