Uttanlands

Byrsumaður skjeyt frá hond í Utrecht

Enn er óvist, um talan var um yvirgang ella um trupulleikar í familjuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-03-19 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

37 ára gamli Gökmen Tanis, sum í gjár var høvuðspersónur í eini umfatandi mannajagstran í niðurlendska býnum, Utrecht, var frammanundan kendur av løgregluni. Tað kom fram á einum tíðindafundi í gjárkvøldið.

Hann er undir illgruna fyri at hava skotið og dripið trý fólk og sært fimm onnur fyri síðani at rýma frá gerningsstaðnum. Stór leiting varð sett í verk, og seint seinnapartin varð hann so handtikin.

Enn er motivið fyri hendingina ókent. Tanis er kendur av løgregluni og hevur fyrr verið handtikin fyri smærri brotsverk – fyri stuttum var hann í rættinum ákærdur fyri neyðtøku.

Løgreglan hevur enn ikki burturvíst, at talan kann vera um yvirgang.

Turkiska tíðindastovan, Andalou, skrivar, at ’familjuviðurskifti’ vóru orsøkin til, at hann fyrst skjeyt ein lim í familjuni, sum var í sporvogninum, og síðan tvey onnur, sum royndu at blanda seg uppí.

BBC veit hinvegin at siga, at Gökmen Tanis hevur verið í stríði í Tjetjenia eitt skifti. Sama kelda sigur við BBC at hann eisini hevur verið handtikin fyri at hava havt samband við Islamiskan Stat, men varð leyslatin. Einki av hesum er váttað av niðurlendsku myndugleikunum, skrivar dr.dk.

Klokkan 10.45 í gjár komu boð til løgregluna um, at skotið varð í einum sporvogni nærhendis 24. Oktoberplássið.

Umfatandi trygdartiltøk vórðu sett í verk í Utrecht til Gökmen Tanis varðhandtikin. Niðurlendska blaðið De Telegraf veit at siga, at tveir aðrir persónar eru handtiknir í sambandi við kanningini av málinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder