Innanlands

Byrsumúli fær altjóða skjótibreyt

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at gera ráðgevaraavtalu um fyrireikingar til at bjóða út arbeiðstøku av eini stórari verkætlan um altjóða skjótibreyt á Sandvíkum

2019-11-30 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað sum eyðkennir verkætlanina er, at serlig atlit eru tikin til uppruddingararbeiðið í sambandi við skjóting. Breytirnar vera fluttar longur frá fjøruni, lendið verður drenað og slættað, so gjørligt verður at skipa ruddingina betur, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Ein vallgarður er teknaður at liggja á markinum millum anleggið og fjøruna, hann skal forða splintrum frá leirdúgvunum í at enda í fjøruni. Somuleiðis skal vallgarðurin tryggja, at tað framvegis verður atkomuligt hjá almenninginum til fjøruna.

Anleggið skal vera fyri øll, og tí eru atkomuviðurskiftini fyri rørslutarnað raðfest høgt. Hetta verður gjørt við at ein gøta kemur at leggja seg gjøgnum lendið og virka sum bindiliður millum felagshúsið við yvirdekkaðum hátúni, áskoðaraskýli og skjótistøðini.

Í skipanaruppskotinum er lagt upp til, at eitt felagshús verður gjørt við øllum hentleikum, eitt nú høli/umstøður til innivist, smærri móttøkur, veitslur, vesir o.a. - hugsanin er, at sjálvt felagshúsið er uppbygt sera einkult, bygningsgrindin verður gjørd í pørtum, ið skjótt kunnu setast upp.

Í sambandi við oyggjaleikir kann breytin brúkast til OL-trap, Automatic Ball Trap og OL-skeet, eins væl og ovara skeetbreytin í uppskotinum kann brúkast til Compak-Sporting-breyt. Til tað síðsta krevst tó, at fleiri kastimaskinur verða settar upp, men hesum rúmar breytin væl.

Skjótisamband Føroya metir, at uppskotið um nýggja breyt vil tryggja skjótiítróttin í Føroyum í mong ár.

Tríggjar mió. krónur eru settar av til lendisarbeiði, dren, planering og vallgarðar. Eisini eru gott fýra mió. settar av til breytina í 2021, sum eftir ætlan verður liðug tá.

Skjótibreytin er ein liður í ítróttarpolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har lagt verður upp til at fáa fleiri altjóða kappingar til høvuðsstaðin. Skjótibreytin er eisini kærkomin í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2029.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder