Uttanlands

Býurin Babylon vorðin heimsarvur

Irak hevur síðan 1983 roynt at fáa gamla býin á listan hjá Unesco yvir heimsarv, og fríggjadagin eydnaðist tað endiliga

Restirnar av Babylon (Mynd: EPA)

Restirnar av Babylon (Mynd: EPA)

2019-07-07 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Babylon var ein týdningarmikil býur í gamla Mesopotamia, og nú eru restirnar, ið eru eftir av býnum komnar á listan hjá Unesco yvir heimsarv.

Tað skrivar Unesco á Twitter, sambært DR.

Restirnar av Babylon liggja 90 kilometrar sunnanfyri Bagdad í Irak. Sambært fleiri altjóða tíðindastovum, hevur landið roynt at fingið Unesco, og harvið eisini ferðafólk, at vísa áhuga fyri Babylon, sum er ein býur, ið ofta verður nevndur í Gamla Testamenti.

Irak hevur roynt at fingið Babylon á listan síðan 1983, og fríggjadagin eydnaðist tað endiliga.

Á listanum yvir heimsarv eru í løtuni fleiri enn 1000 minnismerki, bygningar, røktarlandsløg og náttúruøki. Hesi verða mett at hava serligt virði fyri mannaættina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder