Mentan

Cabaret frumsýning í morgin

Sangleikurin sum miðnámsskúlanæmingar á Glasi spæla, byrjar í morgin. Næstan allar sýningarnar eru longu útseldar

(Mynd: Cabaret - sangleikur á Glasi)

(Mynd: Cabaret - sangleikur á Glasi)

2020-01-24 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Glasi fara tey í morgin at hava framsýning av sangleikinum Cabaret. Næmingar og onnur hava seinastu mánaðirnar fyrireikað sangleikin.

Sangleikurin Cabaret fer fram í Berlin í 1930’unum. Høvuðspersónarnir eru allir onkusvegna tengdir at KitKat-klubbanum, har alt er loyvt og betra fólkið í Berlin fer har fyri at sleppa burtur úr strævna gerandisdegnum.

[object Object](Mynd: Cabaret - sangleikur á Glasi)

Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum hava seinastu nógvu skipað fyri sangleikum, sum hava verið framførdir í Norðurlandahúsinum. Nevnast kunnu millum annað Sjeyk, Hair, Jósef og dreymakotið, Jesus Christ Superstar, Audition, Grease og Feitar tíðir.

Nú allir miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðnum eru lagdir saman í ein, var hesaferð avgerð tikin um, at hava leikin í stásiligu hølunum í Marknagili, á Glasi.

Fimm sýningar eru settar til sølu, og fýra av teimum eru útseldar. Tann fimta er næstan útseld, sæst á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder