Uttanlands

Camilla drotning: Charles hevur tað avbera gott eftir umstøðunum

Drotningin takkar fyri boðini, hon og Charles kongur hava fingið eftir fráboðanina um at kongurin hevur fingið krabbamein

Charles kongur og Camilla drotning (Mynd: EPA)

Charles kongur og Camilla drotning (Mynd: EPA)

2024-02-09 08:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretski Charles kongur hevur tað "avbera gott eftir umstøðunum", segði Camilla drotning hóskvøldi, tá hon var til eitt vælgerandi tiltak í býnum Salisbury.

Hetta skrivar The Times sambært tv2.dk.

Vit eru rørd um øll brøvini og boðini. Tað er hugaligt, segði drotningin.

Tað var mánakvøldið, at Buckingham Palace kunngjørdi, at 75 ára gamli kongurin hevði fingið staðfest krabbamein. Hann byrjaði í viðgerð í London sama dag.

Krabbin varð funnin í sambandi við, at Charles í síðstu viku var viðgjørdur fyri prostata. Upplýst er ikki hvat slag av krabbameini, sum kongurin hevur fingið, men tað er ikki krabbi í prostata, hevur BBC skrivað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder