Innanlands

Caritas veitir jólahjálp til treingjandi í Føroyum

Talan er um eitt nýtt átak hjá katólska hjálparfelagsskapinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-05 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjálparfelagsskapurin Caritas Danmark hjálpir treingjandi barnafamiljum við jólahjálp í ár. Hetta er fyrstu ferð at Caritas Danmark hevur tikið stig til at lata jólahjálp í Føroyum.

Tað er eitt vaksandi tal av familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman og eru í fíggjarligari trongstøðu upp til jóla. Teir hjálparfelagsskapir, sum longu eru aktivir í Føroyum, boða fra einum so stórum tali av umbønum um jólahjálp, at teir neyvan klára at nøkta tørvin.

Ásannandi hesi viðurskifti fer Caritas at hjálpa til við at jólini kunnu gerast góð fyri flest møgulig.

Caritas gevur ein jólapakka við einum gávukorti frá FK áljóðandi 700 krónur saman við einari karameleskju fra PM. Tað verða útflýggjaðir 100 gávupakkar. Tað vil siga, at tey fyrstu 100 sum søkja, fáa gávupakka.

Hvør kann søkja

Familja, sum er í veruligari trongstøðu og ikki væntar at fáa hjálp frá øðrum hjálparfelagsskapi, kann søkja.

Hetta fyri at røkka flest møgulig treingjandi. Caritas fer ikki at biðja um skjalprógv fyri trongstøðuni, men appellerar bert til samvitskuna hjá tí einstaka. Ein familja kann bert fáa ein gávupakka.

Teldupostur skal sendast til [email protected] . Í teldupostinum skulu hesir upplýsingar verða:

- Navn og bústaður
- Telefonnummar
- Tal av vaksnum og børnum í húskinum

Telduposturin kann sendast Caritas frá hósdegnum 7. desember kl 12 til fríggjadagin 15. desember kl 24. Gávupakkarnir verða útflýggjaðir í Mariukirkjuni leygardagin 16. desember frá kl 13 til 17 ella eftir aðrari avtalu.

Jólabasarur

Í adventstíðini savnar Mariukirkjan pening inn til Caritas. Endamálið við innsavningini er at veita stuðul til viðkvæmar familiur í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Í hesum sambandi verður ein basarur fyriskipaður í kjallaranum í Mariukirkjuni tann 10. december kl. 12:30, har møguleiki verður fyri at ognað sær onkran góðan lut og lata eitt oyra til Caritas. Kaffi og køkur verður at fáa undir tiltakinum. Minnist til at hava reiðan pening við.

Um Caritas

Caritas er en katólskur altjóða hjálparfelagsskapur, som virkar í yvir 200 londum í heiminum. Felagsskapurin veitir humanitera hjálp, sosialan stuðul og luttekur í menningarverkætlanum, sum eru vendar móti teimum mest viðkvæmu bólkunum í samfelagnum. Caritas veitir eisini neyðhjálp til katastrofu- og konfliktrakt økir.

Høvuðsendamálið er at fremja sosialt rættvísi og samhaldsfesti. Hjálpin verður veitt har tørvurin er størstur, uttan mun til tjóðskap, húðarlit ella átrúnað. Rakul Guðjónsson er sóknarumboð fyri Føroyar í Caritas Danmark. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder