Uttanlands

Svøríki: Abbabørn hjá konginum ikki longur partur av kongshúsinum

Børnini hjá Madeleine prinsessu og Carl Philip prinsi eru ikki longur partur av kongshúsinum

Frá vinstru: Madeleine prinsessa, Carl Philip prinsur, Daniel prinsur, Victoria krúnprinsessa, Silvia drotning og Carl Gustaf kongur (Mynd: EPA)

Frá vinstru: Madeleine prinsessa, Carl Philip prinsur, Daniel prinsur, Victoria krúnprinsessa, Silvia drotning og Carl Gustaf kongur (Mynd: EPA)

2019-10-07 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenski kongurin, Carl Gustaf hevur tikið avgerð um, at børnini hjá Madeleine prinsessu og hjá Carl Philip prinsi ikki longur eru partur av kongshúsinum.

Hesum boðar svenska kongshúsið frá í tíðindaskrivi í dag.

Madeleine prinsessa eigur trý børn - Leonore, Nicolas og Adrienne.

Carl Philip prinsur eigur tvey børn - Alexander og Gabriel.

At hesi ikki longur eru partur av kongshúsinum merkir, at tey fara ikki at hava nakrar kongarligar skyldur framyvir, hóast tey framvegis eru partur av kongaligu familjuni.

TV2 skrivar, at svenska kongshúsið fer at greiða frá orsøkini á tíðindafundi seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder