Uttanlands

Carla Sands: Hann arbeiðir fyri teir kinesisku kommunistarnar

Amerikanska sendikvinnan í Danmark kemur við áhaldandi ávaringum ímóti Huawei, og finst samstundis at norðurlendska stjóranum

Carla Sands ávarar enn einaferð ímóti Huawei (Savnsmynd)

Carla Sands ávarar enn einaferð ímóti Huawei (Savnsmynd)

2019-12-18 13:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Amerikanska sendikvinnan í Danmark Carla Sands ávaraði í november mánað í Sosialinum føroyingar ímóti, at lata Huawei byggja 5G neti í Føroyum. Og nú kemur hon enn einaferð við atfinningum og ávaringum ímóti Huawei.

-Talsmenn fyri Huawei verða lønaðir fyri at lýsa fyri Huawei. Eg og mín sendistova arbeiða hvønn dag fyri at fyri at styrkja trygdina hjá okkara sameindu Danmark. Og eg eri ikki lønt av nakrari fyritøku sigur Carla Sands við DR.

Hetta er eitt aftursvar til norðurlendska stjóran í Huawei, Kenneth Fredriksen sum í eini samrøðu við DR vísti aftur atfinningunum um, at Huawei eftir harraboðum úr Kina kann njósnast ígjøgnum 5G neti í Evropa.

Eisini leggur Carla Sands Huawei undir at stjala tøkni frá amerikanarum.

-Ein av orsøkunum til at Huawei er ein fyritøka í framgongd er, at teir hava stolið amerikansk hugverksrættindi sigur Carla Sands við DR.

Carla Sands klárar ikki at koma við ítøkiligum prógvum fyri at Huawei kann njósnast, tá hon verður spurd inn til tað í samrøðuni.

-Tað er ein góður spurningur. 5G er grundleggjandi øðrvísi enn 4G. 5G er maskinur, ið tosa við hvønn annan og samskifta.

Eisini finst Carla Sands hvassliga at norðurlendska stjóranum í Huawei Kenneth Fredriksen og kinesarum, tá hon veðrur fyrihildin til, at Kenneth Fredriksen segði at tað eru pástandir, ið ikki kunna prógvast og er bert eru spekulatiónir, at Huawei kann njósnast fyri Kina.  

-Sjálvsagt sigur hann tað, tí tað fær hann løn fyri, og eg skilji tað sum um, at hann arbeiðir fyri teir kinesisku kommunistarnar. Tað er teir hann arbeiðir fyri, og teir eru í ferð við at útflyta teirra eftirlit, rotinskap og mutur til allan heimin, sigur hon.

Kenneth Fredrisken vísir á, at Huawei fleiri ferðir hevur bjóða amerikanarum til samtalu og at gjøgnumganga trygdarskipaninar, men at teir fáa einki aftursvar.      

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder