Uttanlands

Carlsberg vil selja øl í pappfløskum

Danska bryggjaríið farið í altjóða samstarv at menna eina burðardygga ølfløsku

2019-10-11 17:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska bryggjaríið Carlsberg er farið í samstarv viðein framleiðara, sum er førur fyri at framleiða fløskur úr pappíri ella pappi. Tað boðar bryggjaríið frá í tíðindaskrivi.

Carlsberg hevur síðan 2015 arbeitt við ætlanini um at finna fram til eina burðardygt ílat at lata ølið í, og í dag vóru so tvær grundsnið – prototýpur – av pappírsfløskum vístar fram. Hetta hendi í sambandi við av C40 veðurlagsfundur er í Keypmannahavn.

- Vit eru enn ikki komin heilt á mál enn, men hesi grundsniðini eru eitt fet á vegnum til at náa okkara máli, sum er at koma á marknaðin við einum heilt nýggjum slagi av ølfløskum, sigur Myriam Singleton, varastjóri í Group Development hjá Carlsberg í tíðindaskrivinum.

Carlsberg er farið í eitt pappírsfløskusamstarv við nakrar av stóru aktørunum á heimsmerknaðinum. Tað er sodavatnsframleiðarin Coca-Cola, kosmetikfyritøkan L’Oréal og The Absolut Company, sum framleiðis vodka.

Grundsniðini, sum skuldu vísast fram í dag eru framleidd av tægrum, fiprum, av trøum, ið eru dyrkað burðardygt. Innan í fløskunum er eitt lag, sum tryggjar at flótandi veska kann vera í. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder